Løgreglan og bjargingartyrlur hjá donsku sjóverjuni og bjargingarbátar eru í ferð við at bjarga 13 eftirskúlanæmingum og tveimum lærarum, sum endaðu á sjónum, tá báturin, sum tey vóru í, holvdist í Præstø-fjørðinum.
Erik Johansen hjá løgregluni í Suðursælandi sigur við TV2, at 12 fólk eru bjargað, og at leitað verður eftir hinum trimum. Minst tvey fólk eru flutt á Ríkissjúkrahúsið.
Tað er kortini ógreitt, um tey trý kunnu hava svomið til lands, og tí leitar løgreglan eisini fram við sjónum.
Skúlanæmingarnir vóru í einum átta metrar longum báti, sum holvdist ein lítlan fjórðing úr landi stutt fyri middag okkara tíð.