Bátur við manni ikki at finna

 

Ein bátur við einum manni umborð var týsdagin ávegis til Nólsoyar av Strondum, men hesin kom ikki fram til tíðina. Tórshavn Radio sendi út boð um hetta, og bátar í økinum byrjaðu at leita, men onki varð funnið.

Seinni um dagin fann løgreglan bæði bát og mann í Tórshavnar havn. Bátur og maður vóru í góðum standi, men maðurin hevði siglt fullur. Hann verður nú ákærdur fyri brot á sjólógina.