Næstan 90 fólk eru ikki komin afturíaftur, eftir at ein bátur við flóttafólki úr Myanmar sakk úti fyri strondini í Bangladesh í morgun. 23 fólk vórðu bjargað á lívi.
Myndugleikarnir siga, at 110 fólk vóru í bátinum, hóast hann ikki var ætlaður til meiri enn 70 fólk. Hetta er annar báturin við flóttafólki úr Myanmar, sum ferst nærhendis Bangladesh teir seinastu 14 dagarnar. Tann 28. oktober druknaðu næstan 130 fólk, tá báturin hjá teimum sakk.
Myndugleikarnir í Bangladesh siga, at flóttafólkini eru muslimar, sum flýggja undan ágangi í Myanmar, og at fleiri túsund eru flýdd til Bangladesh.