Í ógvusliga áarførinum her fyri leyp vegjaðarin undan vegnum við Brimnesgjógv sunnan fyri Eiði.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at lopið var ikki so ógvusligt, sum benið kanska sær út til. Tað er høgt niðan fyri vegin, og tí sær tað kanska ógvusligari út, enn tað í veruleikanum var.
Hann sigur, at lopið kom ikki inn til autoverjuna. Kortini hava teir valt av trygdarávum at flyta alla feðrsluna í ovara borð á vegnum, til umvælingin er liðug.
Tað eru fólk frá Landsverki, sum gera arbeiðið við hjálp frá onkrari leigaðari maskinu, sigur Oyvindur Brumnes. Hann metir ikki, at tað verður serliga dýrt at gera aftur.