Ein bátur við 44 ferðafólkum sakk um vikuskiftið í Kaliforniska Flógvanum í Meksiko. Myndugleikarnir siga, at 21 fólk eru bjargað, og at skip, bátar og tyrlur leita eftir hinum 23. Av teimum, sum eru bjargað, eru 16 amerikanarar. Hini fimm eru úr Meksiko.
Reuters-tíðindastovan skrivar, at báturin fór úr býnum San Felipe leygardagin, men at hann holvdist, tá veðrið brádliga versnaði nógv í gjárkvøldið. Seinni varð báturin funnin knappar 80 fjórðingar sunnan fyri San Felipe.
Meksikonsku myndugleikarnir siga, at veðrið á vanlukkuleiðini er ringt, og tað darvar leitingini. Sagt verður, at tey flestu ferðafólkini, sum vóru í bátinum, vóru amerikanarar.