Sunnukvøldið um nátturðatíð fekk løgreglan fráboðan frá einum bátaeigara, at báturin hansara var stolin. Eigarin greiddi frá, at hann hevði júst sæð bátin hjá sær fara siglandi út um molan við trimum persónum umborð.
Báturin hevði kós móti Eysturoynni, men tá teir nærkaðust Toftum, varnaðust teir løgregluna á keiini, so teir sigldu tvørtur um fjørðin yvir á Strendur. Har vórðu tveir mans settir av. Og síðani ætlaði tann triði sær at sigla aftur til Havnar einsamallur, men tað kláraði hann ikki. Báturin hevði ov lítið av bensini og stegðaði upp.
Maðurin umborð sendi út neyðarkall, tí hann rak móti landi. Vakthavandi sigur, at løgreglan hevði allatíðina eyguni eftir honum frá landi av.
? Vit fingu hann í seinastu løtu, tí tá var hann rikin inn í taran, so tað kundi havt verið nógv verri, sigur vakthavandi.
Allir tríggir menninir vórðu handtiknir og sleppa nú at standa til svars fyri teirra gerð.