Bátur sakk í Vágsbotni

Sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein bátur lá sokkin undir Bryggjubakka í Vágsbotni.
Tá ið komið var á staðið, sást bert ein partur av øðrum stevninum undan vatnsskorpuni.
Løgreglan sigur, at hetta var ein minni glastrevjabátur.
- Vit boðaðu Tórshavnar Havn frá hesum, tí teir hava yvirlit yvir, hvør eigur bátarnar, sum liggja við brúgvarnar og fyri teym í Havn.
Løgreglan heldur, at eigarin av bátinum helst ikki hevur gáað nóg væl um vátveðrið, sum verið hevur seinastu dagarnar.