Bøtur og klipp tí teir virða ikki ferðsluskelti

Í gjár fingu fleiri bilførarar bøtur og klipp í koyrikortið, tí teir ikki virða ferðsluskelti. Tað kostaði teimum 1500 krónur í bót umframt klipp í koyrikortið.

Løgreglan gjørdi fleiri paragraff 13 kanningar av ferðsluni í Havn í gjár. Nakrir bilførara fingu bøtur fyri niðurslitin dekk, lyktafeilir og annað.

Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at fleiri bilførara heldur ikki virða ferðsluskelti. Tað er til dømis, tá ið skelti eru, sum siga, at ikki er loyvi at snara til vinstru, ella har bilførarar koyrdu øvugtan veg á einum strekki við einvegis ferðslu.

Hesir bilførararnir fáa bæði bót á 1500 krónur og klipp í koyrikortið. Seks bøtur vórðu givnar.

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar í Eysturoy og í Streymoy. Tríggir bilførara vórðu tiknir fyri ikki at halda hámarksferðina. Hesir fáa allir klipp í koyrikortið.