Bátur í neyð uttanfyri Kirkjubø í gjárkvøldið

Klokkan 22.12 í gjár vórðu MRCC boðsendir, tí ein stuttleikabátur hevði rent seg fastan á hólmin beint uttanfyri Kirkjubø. 

 

 

Vakthavandi hjá MRCC sigur, at smáar 20 minuttir seinni var bjargingarbáturin Lív hjá bátunum og tað gekk skjótt at fáa bátin av hólminum aftur. 

 

 

Har vóru fleiri fólk í bátinum, og MRCC sigur, at báturin tók at kalla ongan skaða. Eingin leki stóðst av hendingini.