Bátur koppaði í drápinum

Undir drápinum í Húsavík koppaði Koltursbáturin við fýra monnum umborð. Menninir sluppu snikkaleysir burtursæð frá tveimum pentum í høvdið hjá tí eina. - Veðrið var eitt sindur keðiligt viðhvørt, og tað var staðiliga heitt á menn um ikki at fara ov nær landið, sigu Bjarki Magnussen, grindaformaður í Húsavík.

Men kortini hendi tað, at Koltursbáturin kom ov nær landið, og koppaði mest sum upp á land.

- Tann eini maðurin fekk eina rivu í pannuna og fekk einar tvær pentur seymaðar í, annars sluppu menninir uttan skaða, sigur Bjarki Magnussen.

Báturin fekk ikki stórvegis skaða, og stendur nú uppdrigin í Húsavík.