Úrslitið av nýggju heilsukanningini í Studentaskúlanum í Hoydølum vísa, at broytingarnar eftir ábøturnar ikki eru stórar, og at tær fara bæði til tað verra og til tað betra. Sum liður í arbeiðinum at eftirmeta tær ábøtur, sum eru gjørdar á høvuðsbygningin hjá Føroya Studentaskúli og HF-skeiði í Hoydølum seinastu tvey árini, varð ein heilsukanning gjørd á skúlanum tann 26. apríl 2010. Kanningin varð gjørd eftir neyvt sama leisti, sum tá heilsustøðan hjá næmingum og starvsfólkum varð kannað í februar 2008. Kanningin í 2008 varð gjørd stutt eftir, at tað fyrstu ferð varð staðfest, at trupulleikar vóru við soppi á skúlanum.
Síðani 2008 eru umfatandi umvælingar gjørdar á høvuðsbygningin í Hoydølum fyri at taka burtur og fyribyrgja soppi í bygninginum. Hetta arbeiðið fer fram enn. Somuleiðis eru luftskiftisskipanir settar upp í 10 av teimum 22 skúlastovunum fyri at bøta um inniluftina.
Talan er ikki um læknaligar kanningar av næmingum og starvsfólkum, men spurnarkanning av, hvussu næmingar og starvsfólk uppliva sítt inniumhvørvi, og hvussu tey kenna seg ávirkað av tí.
Kanningarúrslitini vísa, at broytingarnar ikki eru stórar, og at tær fara bæði til tað verra og til tað betra. Tað verra er, at lutfalsliga talið av teimum, ið siga seg kenna ymisk sjúkueyðkenni, er hækkað nakað. Talið av teimum, ið uppliva, at inniluftin er batnað, er eitt sindur hægri. Nøkur umfatandi eftirmeting er ikki gjørd enn, men leiðsla skúlans metir, at tann batnaða upplivingin av inniluftini helst stavar frá, at bøtt er um luftskiftið í helminginum av skúlastovunum.
Fleiri orsøkir kunnu vera til øktu sjúkueyðkennini. Hetta kann vera ein ábending um, at tað enn ikki komið á mál við at beina burtur og fyribyrgja soppi í bygninginum.
Ein onnur orsøk kann vera, at ov nógv fólk eru í bygninginum í senn. Miðalfloksstøddin í teimum flokkunum, sum halda til í høvuðsbygninginum, er størri nú, enn hon var í 2008.
Vegna plásstrot verða øll hølini í bygninginum troytt fleiri tímar um dagin, enn tey vóru í 2008. Ein onnur óvissa í samanberingini av kanningunum báðum er, at fyrra kanningin umfataði væl fleiri næmingar, tí HF-næmingarnir í vár vórðu eru fluttir í onnur skúlahøli í býnum.
Mentamálaráðið fer nú undir at viðgera og eftirmeta úrslitið av kanningini saman við skúlanum og Landsverki. Í næstu viku verður fundur við Deildina fyri Arbeiðs- og Almannheilsu, ið hevur gjørt kanningarnar, fyri at fáa gjøllari kunning um úrslititini og samanberingarnar við áður gjørda frágreiðing og líknandi kanningar.Eisini er ætlanin at umrøða, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk.