Í døgunum frá 29. oktober til 11. november gjørdi løgreglan kring landið grein 13-kanningar. Hetta við serligum atliti til, hvussu ljósini á bilunum vóru. Í alt vórðu 1.863 akfør kannað, og til samans vórðu 292 bøtur skrivaðar. Í 97 førum vóru ljósini ikki í lagi. 107 bilførarar nýttu ikki trygdarbeltið. 74 bilførarar høvdu einki koyrikort uppi á sær, og í 14 førum varð bót skrivað, tí dekkini ikki vóru í lagi. Samlaða upphæddin fyri bøturnar var 82.675 kr.










