Bátur fór at leka

Ein bátur fór at leka í áðni út fyri Glyvursnesi. Hann kallaði á hjálp og bjargingarbáturin LÍV var skjótur avstað at sigla ímóti honum og hjálpa við at pumpa.

 

Manning frá sløkkiliðnum í Tórshavn fór umborð við útgerð.

 

Sambært vakthavandi hjá MRCC, so var LÍV skjótur á staðnum og støðan er undir kontroll