Fótbóltur
0-3 og 3-0. Soleiðis má støðumetið verða, tá tosast skal um, hvussu bóltarnir fyri dystin í Gundadali skulu latast. Fyrri og seinni hálvleikur vóru nevnliga sum dagur og nátt hjá liðunum báðum.
Vandamiklir gøtumenn
B36 var aftur hesa ferð noytt at umskipa liðið nakað. Mikkjal Thomassen var leikbannaður, meðan Obi dregist við skaða, og tí vóru teir báðir ikki tøkir. Tað var burturstaddi Kenneth Jacobsen heldur ikki, og í teirra stað skuldi nýtt fólk setast. Fróði Benjaminsen og Alex Jose dos Santos vóru hinvegin tøkir eftir leikbann, og teir vóru at kalla sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu. Og hartil gav Sigfríður Clementsen hesa ferð debut til Rúnar í Lon Jacobsen, sum yvirtók plássið á høgra bakki.
Um tað var kraftiga umskipanin, sum hevði sína ávirkan, skal vera ósagt. Men undir øllum umstøðum, so mest sum ótu gøtumenn mótstøðuna fyrra hálvleik. B36 mundi tilsamans eiga á leið hálvt-annað brotsspark, tá ávíkavist John Hansen og Sylla fóru um koll í brotsteiginum. Men umframt tað, so gekk alt fyri seg í hinum endanum. Støðuga trýstið førdi fleiri hálvar møguleikar við sær, og seinasta korterið gjørdist talan um veruligar vandastøður. Tvær ferðir sníkti bólturin seg tó akkurát út um handara stólpan, og ta einu ferðina mátti Jákup Mikkelsen stórbjarga, tá Hanus Jacobsen smekkaði til úr hampuliga spískum vinkli.
Alt skifti
Ivaleyst mundu gøtumenn iðra seg um, at nakar hálvleikur yvir høvur skuldi haldast. Í øllum førum vóru liðini sum hamskift, tá byrjað varð upp á seinna hálvleik.
Vertirinir, sum fyri tað nógva spældu við óskipaðum langum bóltum fyri steðgin, fingu brádliga alt at hanga saman. Og hjá GÍ var støðan júst tann øvugta. Heldur enn at nýta bæði breidd og djúpd á vøllinum, fóru teir nú at spæla langt, og so var tað brádliga B36, sum settist á alt. Jákup Mikkelsen gjørdist líka arbeiðsleysur, sum Geza var tað fyri steðgin, meðan álopini skolaðu hinvegin. At nýggi gøtumálverjin er somikið stinnur í luftrúminum gjørdi tó, at mongu innleggini hjá B36 sjáldan gjørdust vandamikil. Hinvegin gjørdist talan um einstakar vandamiklar skotroyndir frá ikki minst Santos. Fyrst royndi snildi kanturin seg við frekum kippi úr 40 metrum, sum málverjin akkurát fekk jústað uppum. Og í aðrari roynd støkk bólturin á samankomingina, meðan Símin Hansen hevði skot á stólpan.
Tá alt kom til alt, so taldu hesar royndirnar tó ikki so nógv, og so kundu báðir partar bæði iðra seg og kortini vera so hampuliga nøgdir. Veruleikin var, at tey hvør í sínum lagi høvdu møguleikar at avgera dystin. Men tá hetta ikki hendi, so var tað kanska ikki so galið, at mótparturin heldur ikki megnaði at avgera.