Flestu kvinnurnar vita tað, bretskir serfrøðingar nú hava staðfest: bara býttir menn eru ótrúgvir. Kanningar vísa, at menn við einum høgum IQ-tali eru oftari monogami-viðhaldsfólk enn menn við lágum IQ-tali. Tað skrivar enska blaðið, The Telegraph.
Satoshi Kanazawa, ið starvast á London School of Economics and Political Science og er millum tey, ið skipaðu fyri kanningini, metir, at tað er samband millum vit og monogami.
Holumaðurin var ikki stórur fjeppari av monogaminum. Tá var tað ein prestisja at vera saman við nógvum konufólkum. Í dag fær maðurin størri bonus við at halda seg til eina kvinnu.
Kanazawa metir, at bara tann vitugi maðurin er førur fyri at virka uttan um tað djóriska. Vitugi, modernaði maðurin dugir at sleppa holumanninum og njóta sambandið við einari og somu kvinnu.
Onnur fyribrygdi, ið merkja vituga mannin, eru, at teir eru ateistar og duga at hugsa frælst uttan fordómar.









