Arbeiðsloysisskipanin
Tað var av berari tilvild, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum í gjárkvøldið frættu um ætlanina hjá løgtinginum at avtaka ALS og at leggja Arbeiðsloysisskipanina undir fíggjarlógina.
Men tað fekk partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera vart við seg beinanvegin.
Í skundi orðaði stýrið fyri ALS seint í gjárkvøldið eitt eitt hvassorðað mótmælisskriv til Løgtingið.
Men tá ið tað skuldi handast Løgtinginum í morgum, gekk strilti at sleppa av við tað.
Tað var stjórin í Arbeiðsloysisskipanini, sum skuldi syrgja fyri, at Løgtingið fekk skrivið.
Hann hevði tikið eitt avrit av skrivinum til at handa Løgtinginum. Men Løgtingið vildi bara taka ímóti sjálvum frumritinum. Og tá ið tað varð komið tinginum í hendi, skuldi tað ígjøgnum vanligu kanalirnar har, so tað hevði ikki komið løgtingslimum í hendi, áðrenn viðgerðina í morgun.
Men ALS helt, at tað hevði alstóran týdning, at løgtingslimir fingu áskoðanina hjá ALS at kenna, árenn teir viðgjørdu uppskotið.
Tað endaði so við, at stjórin í ALS tók tað óvanliga stig, at geva seg til støðu í kuldanum í morgun á alfaravegi uttanfyri tinghúsið og so hvørt, tinglimir møttu á tingi, fingu teir ein flogseðil stungnan í hondina, áðrenn teir fóru inn.
Og tað angrar stjórin í ALS ikki, tí hann heldur heilt avgjørt, at skrivið hevur havt sína ávirkan.
- Tað eru fleiri tinglimir, sum hava tikið sjónarmiðini hjá stýrinum fyri ALS til eftirtektar og hava gjørt vart við tey í løgtinginum, sigur Ernst Jacobsen.