Bøtt manningarviðurskifti umborð á Klakki

- Hetta er ein nútímansgerð av allari apteringini umborð, sigur Tormund Johannesen, verkfrøðingur á Tórshavnar Skipasmiðju.

Fiskivinna

Fyri trimum árum síðan fekk línuskipið, Klakkur úr Klaksvík, nýggja brúgv, messu
og gallu. Hetta var ein liður í at gera umstøðurnar umborð á skipinum betri hjá manningini, so trivnaðurin verður størri.
Nú verður so restin av tí arbeiði gjørt, sum ikki varð gjørt ta ferðina.


Betri manningarrúm

Klakkur stendur á Tórshavnar Skipasmiðju, og har kemur hann helst at standa einar 8 vikur, meðan arbeiðið verður gjørt.
Eitt sindur løgin sær línubáturin út, nú plátur eru skornar niður av bakkanum.
Tormund Johannesen, verkfrøðingur á skipasmiðjuni, sigur, at tað, sum nú verður gjørt við skipið, er apeteringin frammi undir bakkanum og afturi í kahyttuni, har manningin heldur til.
- Klakkur hevði hvalabak, sum teir gomlu línubátarnir høvdu, har bakkin er
rundaður. Nú verður rundingurin skorin burtur, og skipssíðan førd beint upp, eins og bakkin fær skansaklædning, sigur verkfrøðingurin.


Skifta plátur

Tormund vísir á, at gronin á skipinum kanska sær eitt sindur løgin út nú, tí skipssíðan er skorin nokso nógv niður í støðum.
- Skipssíðan var nakað buglað, og hesar pláturnar verða nú eisini skiftar, eins og akkerini, sum Klakkur hevði í bógnum, verða flutt upp á bakkan, so plássið undir bakkanum verður uppaftur betri.
Tormund Johannesen sigur, at arbeiði, sum Tórshavnar Skipasmiðja er í holt við
umborð á Klakki, er ein nútímansgerð av allari apeteringini umborð.
Meðan Klakkur er á beding, verður skipið eisini málið og pussað upp annars.