Fótbóltstos
Tað var einki at siga til, at John Petersen var vónbrotin eftir dystin sunnudagin. Hóast hann fekk tvey mál burturúr, so verða tað neyvan hesi, sum áskoðararnir fara at minnast, men heldur misnýtta brotssparkið tíggju minuttir fyri leiklok, har hann annars hevði møguleikan at avgera dystin fullkomuliga.
- Tað er so einki at ivast í, at um eg hevði skorað, so var dysturin avgjørdur. Akkurát hvat eg gjørdi, skalt tú ikki spyrja meg um. Eg trúi ikki sjálvur, at eg kundi vera so býttur, men tað var eg so kortini.
Um tað, sum eftir er av kappingini, heldur John, at hjá teimum er ikki annað at gera, enn at royna at vinna seg longri upp.
- Gullinum høvdu vit nokk neyvan rokkið undir nøkrum umstøðum, men við úrslitinum í dag gerst tað enn torførari hjá okkum at koma á silvurplássið. Vit mugu tó royna at vinna okkara dystir, og so bara vóna, at tað er nóg mikið, segði ein vónbrotin John Petersen at enda.









