Býtið er gjørt

UPPSJÓVARVINNA Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt leistin fyri, hvussu tilsamans 246.000 tons av makreli og norðhavssild skulu býtast millum føroyska fiskiflotan. Aftur í ár verður lagt upp til, at allir skipabólkar skulu sleppa framat

Helvtin til nótaskipini, og hin helvtin til restina av flotanum. Tað er, sagt eitt sindur populert, leisturin hjá landsstýrismanninum, sum hevur gjørt sítt uppskot til at býta tær stóru nøgdir av uppsjóvarfiski, ið Føroyar hava ásett sær sjálvum í ár. Fiskiskapurin verður skipaður eftir lóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli, umframt eini kunngerð um tað sama.
Sambært býtinum fáa nótaskipini smá 74.000 tons av makreli at fiska í ár. Tá eru 6000 tons, sum eru flutt frá kvotuni í fjør, íroknað. Nótaskipini hava, sum tey einastu, eginkvotu. Tað merkir, at ávíst tonsatal verður markað til hvørt einstakt skip. Harafturat fáa nótaskipini 60.000 tons av norðhavssild at fiska, somuleiðis sum eginkvota.
Næst størsta bitan fær bólkurin, ið nevnist ”onnur skip enn nótaskip, sum høvdu rætt til fiskiloyvi til uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi”. Hesi ídnaðarskip fáa tilsamans 20.000 tons av makreli og 13.000 tons av norðhavssild í sín part. Her er talan um felagskvotu við hámarki, og merkir tað at øll skip fáa ein lutfalsliga stóran bita av køkuni, men afturfyri steðgar fiskiskapurin, tá samlaða kvotan er uppi.
Trolarar í heimaflotanum, í bólki-2 og bólki-4T, fáa 23.000 tons av makreli og 13.500 tons av norðhavssild.
Síðani er ein bólkur við flakatrolarum, rækjuskipum og skipum við rættindum í altjóða sjógvi, sum fær tillutað 16.500 tons av makreli og 12.500 tons av sild.
Og í síðsta bólkinum eru línuskip, útróðrarbátar, garnaskip og skeljaskip, sum fáa tilsamans 2000 tons av makreli og 1200 tons av sild. Í øllum bólkum, uttan hjá nótaskipunum, er sum nevnt talan um felagskvotur við hámarki.
Afturat nevndu kvotum koma 8500 tons av makreli og 1000 tons av sild, sum landsstýrismaðurin kann lata Havstovuni og/ella brúka til vinnuligar royndir.

Øll upp í part
Í sínum viðmerkingum til býtið leggur Fiskimálaráðið dent á, at allir skipabólkar skulu hava møguleika fyri at fiska bæði makrel og norðhavssild. Tó verður bundið um heilan fingur, tí ráðið tryggjar sær rætt til at býta umaftur, um tað vísir seg at fara at knípa við at fiska føroysku eginkvotuna. Tað skal kunna gerast, antin við at hækka ella taka burtur hámarkið innan ymsu bólkarnar, ella lata øðrum bólkum kvotuna at fiska.
Lóggávan og kunngerðin, ið skipar fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í summar, er liðugt smíðað úr Fiskimálaráðnum. Lógaruppskotið verður væntandi lagt fyri løgtingið fyrsta dagin, og eisini skal kunngerðin lýsast.