Á fundi seinasta mikudag gjørdi útskiftingarnevndin fyri hagan Millum Húsanna í Depli úrskurð viðvíkjandi býti av haganum.
Hagin verður býttur í tveir hagapartar: 2 mk. 08 gl. í Húsdali, norðari, og 1 mk. 08 gl. í Breytardali, sunnari.
Hetta er nett sama býti sum fyribilsplanurin, ið varð lagdur fram fyrr í ár, vísti. Ongar viðmerkingar vórðu til uppskotið, og nú kærufreistin er farin, staðfesti útskiftingarnevndin býtið í úrskurði sínum.
Eigararnir hava freist til 15. september í ár at kæra úrskurðin til yvirútskiftingarnevndina.