Bátatreff í Hvalvík

Næst seinasta vikuskifti skipaðu fólk, sum eiga bátar í Hvalvík og Streymnesi, fyri bátastreffi, har ikki færri enn 45 bátar vóru við

HVALVÍK

Hetta er annað árið á rað, at fólk í Hvalvík og Streymnesi skipa fyri bátatreffi í Hvalvík. Seinast var tiltakið samstundis, sum sundalagsstevna var í bygdini, men nú sundalagsstevna hesaferð er í Hósvík, valdu bátafólk at hava tiltakið seinasta vikuskifti.
Heðin Zachariassen, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at bátarnir samlaðust á Selatrað næst seinasta leygardag, og siglt varð haðani til Hvalvíkar tíðliga seinnapartin.
- Tá bátarnir stevndu inn í havnina í Hvalvík, vóru umleið 35 bátar í fylginum, men sum seinnaparturin leið, og bátar løgdust til, gjørdist samlaða talið av bátum í bátahylinum umleið 45.

Hugni í tjaldi
Fyrireikararnir høvdu sett eitt tjald upp á havnarlagnum, og her bjóðaðu vertirnir okkurt gott til matna og okkurt leskandi. Seinni varð eisini felags tiltak í tjaldinum, har fólk sungu sangir saman.
- Tiltakið eydnaðist stak væl, og vit ætla at halda fram at skipa fyri bátatreffi. Tá sundalagsstevna er í Hvalvík, verður tiltakið lagt sama vikuskifti, sum stevnan er, sigur Heðin Zachariassen.