Í ár hava vestmenningarnir fleiri møguleikar við bátaplássum. Til ber at bíleggja pláss ella bara koma, tí tá er tað ókeypis. Ársins fyrsta bátastevna verður á Toftum leygardagin 1. mai, og í Vestmanna verður bátastevna leygardagin 15. mai.
Nógvir bátar koma til hesar stevnur, og nógv er at fyrireika. Hóast tað er ókeypis hjá bátum at koma til bátastevnurnar, hava fyrireikararnir til bátastevnuna í Vestmanna valt at gera tað soleiðis, at møguleiki er at keypa sær fast pláss við bátabrúgvarnar, fyri tey sum ynskja tað.
Fyri tey sum ikki ynskja at keypa sær fast pláss, er tað eins og áður ókeypis at koma á bátastevnu í Vestmanna, siga tveir av fyriskiparunum av bátastevnuni Eyðun Leo og Bárður Nielsen. Á Toftum eru teir komnir so mikið ávegis, at teir í morgin byrja at seta teltini upp og gera klárt til vikuskiftið, sigur Høgni Høgnesen.