Bátastevnan í Vestmanna í mai

Nú er greitt, at árliga bátastevnan í Vestmanna verður leygardagin 25. Mai.

Tað var í mai mánað 2002, at vestmenningar á fyrsta sinni skipaðu fyri Bátastevnu og síðani hevur hetta verið afturvendandi táttur í bygdarlívinum.

Aftur í ár verða nógv tiltøk á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði børnum og vaksnum.

Tiltøkini vera allan dagin og um kvøldið verður so dansur og í ár verður roynt at flyta dansin oman á sjálva bryggjuna.

Myndin er ein kvøldarmynd frá stevnuni í 2011