Bátastevnan verður sett í dag

Seinnapartin í dag fer Jóannes Eidesgaard, løgtingmaður, at seta norðurlendsku Báta- og mentanarstevnuna á Tvøroyri

Sigling

Tvøroyri:
Stóra norðurlendska Báta- og mentanarstevnan, sum hildin verðiur á Tvøroyri um vikuskfitið, verður alment sett í Miðbýnum í dag klokkan 14.00.
Finnleif Guttesen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin til Tvøroyrar, áðrenn Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, fer at seta sjálva stevnuna.
Skráin byrjaði annars, tá fyrstu gestirnir komu við Smyrli hóskvøldið. Tá var café í neystinum hjá Naddoddi Inni á Tanganum.
Í gjár varð latið upp aftur klokkan 14.00, har Don Petersen helt fyrilestur um froyska bátin, og ein sonevndur víkingasteinur varð avdúkaður. Um kvøldið var dansur bæði á bryggjuni og í TB húsinum.
Í dag er kappróður, og ymsu framsýningarnar á stevnuni eru opnar. Tær eru millum annað í Bygdarsavninum í gomlu læknahúsunum, í handlinum hjá Thomsen, eins og høvið verður at síggja kirkjuna. Stóra veitslan verður í ítróttarhøllini klokkan 20.00.
Í morgin verður guðstænasta í Tvøroyrar kirkju, og um viðrar verður farið útferð við Smyrli kring Suðuroynna. Dagurin endar við undirhaldi, har bæði finskur fólkadansur og føroyskur dansur verða at síggja uttan fyri ítróttarhølina í Trongisvági.