Bátastevnan á Toftum verður 2. mai

Leygardagin 2. mai setir Bátafelagið á Toftum Skálafjørðin, og serliga Toftir, í miðdepilin

- Bæði her um okkara leiðir, eins og kring landið eru menn farnir at gera seg til reiðar at seta hvørjum øðrum stevnu inni í Skálafirði kl. 12.30 leygardagin 2. mai. Menn eru so smátt farnir at tosa um veður og veðurkort, hetta fyri at vera so væl fyrireikadir til siglingina inn á Skálafjørðin.

Soleiðis sigur Tofta Bátafelag í tíðindaskrivi. Tey siga, at bátarnir savnast inni í Skálafirði fyri síðan at sigla út á Toftir, har komið verður í Oyrahavnina umleið klokkan 15. Møguleiki verður at fáa landstreym, vatn og annað.

Bátafelagið býður síðani øllum bátsmanningunum vælkomnum við góðum harmonikutónleiki, fyri síðan at bjóða bátsmanningunum til borðs har, borðreitt verður við heitari suppu og øðrum góðum í kantinuni hjá Fiskavirking.

Á Festivaløkinum verða hoppiborgir, og tann vælumtókti Rodeotarvurin saman við øðrum til børnini. Eisini kemur Bassi at vitja á økinum við onkrum góðum til børnini.

Í tí stóra teltinum koma um okkara leiðir so kendir tónleikarar sum Sámal Ravnsfjall, Martin Joensen og Hallur Joensen at spæla góðan tónleik. Byrjað verður at spæla kl 16:00.

Eisini verða hildnir fyrilestrar í kantinuni hjá Fiskavirking, har Jens Christian Olsen kemur at greiða fra um Fiskamarknað Føroya og Knud Simonsen kemur at greiða frá um HÚK skipanina.

Eisini kunna vit síggja fram til eina vitjan av motorsúklum frá MC-felagnum, bátum frá bjargingarfeløgum og frá Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Seinni um kvøldið verður dansur í tjaldinum, har Dansiorkestrið spælir til dans.

Fyri at hava trygdina í hásæti verða sammarittarnir hjá Reyða Krossi á økinum við sínum vaktar- og hjálparfólki.