Bátastevnan krevur billett

Í ár verður ikki møguligt at fara ein túr á bátastevnu í Vestmanna uttan at gjalda fyri tað.

Fyriskipararnir ætla hesaferð at innhegna alt økið við keiina, soleiðis at fólk skulu keypa atgongumerki fyri yvirhøvur at sleppa inn. Kostnaðurin verður 250 krónur við dyrnar og 200 krónur í forsølu. Børnini verða kravd eftir hálvum gjaldi.

Afturfyri atgongumerkið fáa fólk atgongd til øll tiltøk, ið verða fyriskipað inni á bátastevnuøkinum.

Bátastevna verður í Vestmanna vikuskiftið 24.- 25. mai.