Bátastevnan byrjar í dag

Nú er bátastevnan í Vestmanna byrjað, og teir fyrstu gestirnir eru eisini komnir. Í gjárkvøldið vóru heilt nógvir húsvognar komnir, og teir fyrstu bátarnir liggja eisini nú við brúgvarnar.

Nógv verður gjørt burturúr, og í ár verða øll tiltøkini í stóra tjaldinum, ið er sett upp á kei-økinum.

Byrjað verður í kvøld við stórum barnatiltaki, har klovnurin BuBu og Kular røtur undirhalda. Aftaná verður konsert við Countrystjørnuni Evi Tausen, ið nýliga bleiv kosin til ársins countrynavn í Írlandi. Seinni framføra vestmenningarnir báðir Martin Joensen og Finnur Koba, ið eru kendir, í hvør sínari tíð og fyri hvør sín stíl.

Leygardagin siglir allur bátaflotin av Fútakletti kl. 14.30 inn á Vestmanna, har suppa og annað gott verður at fáa í tjaldinum. Skipað verður fyri mini-tivoli og øðrum tiltøkum fyri børnum. Bjargingarroynd við bátum og tyrlu verður á vágni. Eisini verður langteinakappróður, har kappast verður millum allar bátastøddir í einum róðri.

Leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin við Countrybólkurin úr Klaksvík og Kim Hansen Band, við Kim, Jens Marna, James og Paula spæla til dans.