Bátastevnan 2002: Stór undirtøka

Undirhúsið í Vestmanna skipaði seinasta vikuskifti saman við kappróðrarfelagnum hjá VÍF fyri stórari bátastevnu. Undirtøkan var sera góð og eru fyrireikararnir væl nøgdir við tiltakið

Stóra bátastevnan, sum var seinasta vikuskifti, fekk stóra undirtøku. Heilir 132 bátar luttóku á stevnuni, harav 54 lógu náttina yvir í Vestmanna. Á keiøkinum høvdu fyrireikararnir skipað fyri, at samarittarnir hjá Reyða Krossi gingu vakt og ansaðu eftir teimum bátunum, ið lógu við kei.
Um kvøldið varð skipað fyri dansi í ítróttarhøllini, har Country bólkurin í Klaksvík spældi. Frá fyrireikarunum frætta vit, at góð 700 fólk vóru til dansin.
Inn komu tilsamans 90.000 krónur, men tá eru útreiðslur og annað ikki roknað frá.