- Hugnin á eini bátastevnu er nakað serligt og má upplivast, sigur forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen, sum vónar, at nógvir bátar fara at luttaka leygardagin Leygardagin skipa vestmenningar fyri sjeyndu bátastevnuni í røðini.
Vanligt er, at fleiri bátar leita sær út í Hest longu seinnapartin fríggjadag, har fólk hugna sær um kvøldið.
Stundisliga dagin eftir verður loyst aftur í Hesti, og síðan ber leiðin norður í Vestmannasund, har bátarnir møtast við Fútaklett klokkan 14.30.
Gamli sluppungin Ólavur tekur ímóti og skipar fyri siglingini inn á Vestmanna.
Ætlandi kemur sluppin Jóhanna úr Vági eisini við á stevnuna hesaferð.
Forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen, sigur, at tað er ein serligur hugni við bryggjukantin í Vestmanna, tá bátar og bátsfólk ganga bát av báti og hugna sær saman.
- Hetta er nakað, sum má upplivast, sigur hon.
Leygarkvøldið verða búffar grillaðir á bryggjuøkinum, og tá fara Sámal Ravnsfjall og Jóan J. Guttesen eisini at spæla og syngja.
Á midnátt verður fýrverk.
Nógv ymisk tiltøk verða í Ítróttarhøllini í Vestmanna leygardagin, meðan bátastevnan er.
Um kvøldið verður almennur dansur við lokalu bólkunum, Thunderbirds og Bridge, og vanligt er, at høllin tá er fultsett.
Í sambandi við dansin koyra bussar úr Havn og steðga í bygdunum norðureftir. Tá dansitiltakið er liðugt móti morgni, verður koyrt suður aftur.
Portalurin fer at hava meira um bátastevnuna í øðrum greinastubbum.