Tað er nú greitt, at bæði bátastevna og várdagar verða á Toftum í ár.
Bátafelagið skipar fyri árligu bátastevnuni, og tað er Nes kommuna, sum skipar fyri várdøgunum vikuna fyri bátastevnuna.
Vanligt hevur verið undanfarin ár, at bátastevnan verður hildin fyrsta vikuskiftið í mai, og soleiðis verður aftur í ár, har fyrsti leygardagur í mánaðinum júst er hin 1. mai.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at skrá fyri tiltøkini verður lýst í næstum.
Fyrireikararnir av báðum tiltøkunum leggja stóran dent á, at heilsufrøðiligu tilmælini í samband við koronu verða fylgd, bæði á várdøgum og bátastevnuni.










