Bátastevna í ódnarveðri

Teir knappliga 70 bátarnir sum vóru komnir til Vestmanna á Bátastevna, løgdu nógv fyri, fyri at koma fram. Teir fingu tó ein sera góða stevnu, men sluppu ikki avstað aftur fyri veður

Veðrið leikaði í í Vestmanna leygarkvøldið. Kortini vóru ikki minni enn sjeyti bátar, sum luttóku á bátastevnuni, sum VÍF skipaði fyri.  Tá so nógvir bátar leita til Vestmanna í so ringum veðrið, so kunnu vit ikki vera annað enn sera væl nøgd, sigur Jónfinn Egilsnes, høvuðsfyrireikari av bátastevnuni.
Í samband við stevnuna, høvdu fyrireikararnir lagt bátabrúgvar út frá keiini í hylinum, har trolarararnir plaga at liggja.  Allar brúgvarnar, uttan ein, sum vit hava lænt frá Kvívíks Kommunu, hava ligið á Sørvágsfirði, og tær hava vit so riggað til, soleiðis at vit kundu brúka tær til bátastevnuna, greiðir Jónfinn Egilsnes frá.

Grillkvøld undir fiskakassum
Komin á land bjóðaði VÍF luttakarunum suppu í Atlantis, og eisini var ein øl við eini serligari bátastevnu etikett at fáa. Men tað var ikki bert suppa at fáa í Vestmanna hetta leygarkvøldið, tí á havnalagnum varð skipað fyri grillkvøldi í øllum ódnarveðrinum. Tað vóru dreingir 14 ár hjá VÍF, sum skipaðu fyri hesum, og teir høvdu riggað seg til við fiskakassum, soleiðis at lívd fekst fyri vindinum og regninum. Og saman við góðum harmonikutónum syrgdu teir fyri, at ongin nýttist at vera svangur til bátastevnuna.
Uppi í høllini var eisini ymisk tiltøk á skránni. Har var tað gentur 14 ár sum skipaðu fyri. Aftrat øllum teim vanligu stevnuaktivitetunum, skipaðu tær fyri eini kastikapping. Tær høvdu fingið hendir á einum tóli, sum máldi hvussu hart ein megnaði at kasta, og var hetta eitt sera vælumtókt tiltak.

Sluppu ikki avstað aftur
Tá tað leið út á kvøldið og náttin kom, varð skipað fyri dansi í høllini, og har var dansa bæði væl og longi. Men tá stevnuluttakararnir sunnudagin ætlaðu sær heimaftur, varð tað av ongum. Veðrið var tá vorðið so mikið ringt, at tað var ikki hugsingur um, at fara avstað aftur við báti. Heldur ikki teir 20 húsvognarnir, sum vóru við á stevnuni, hættaðu sær avstað aftur.
- Hetta er fyrsta ferðin, at bátarnir ikki eru slopnir av aftur bátastevnuni, so í so máta var henda stevnan søgulig, heldur Jónfinn Egilsnes skemtandi fyri at enda.