Hátíðardámur varð í bátasavninum í Leirvík í dag, tá Osmund og Jórun Justinussen lótu báta- og málningasavnið til Eystur Kommunu.
Í framtíðini verður báta- og málningasavnið í Leirvík ein sjálvsognarstovnur, har Eystur Kommuna velur tríggjar limir, meðan gomlu eigararnir koma at hava tveir limir í nevndini fyri bátasavninum.
Sáttmáli er gjørdur, sum tilskilar, at báta- og málningasavnið verður í verandi hølum, ið hvussu er tey komandi 30 árini.
Undir greinini ber til at síggja og hoyra kykmyndir av røðunum hjá Osmundi Justinussen og Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eystur Kommunu.
Undir greinini er eisini eitt ljóðbrot, sum er ein samrøða, sum greinaskrivarin gjørdi við Osmund Justinussen og Jóhan Christiansen aftaná handanina.










