Bátaradio: Prát frá bátum og supputeltinum í Vestmanna

(Bátaradio) Í tímanum millum klokkan 13 og 14 vitjaði reportarin hjá Rás2 umborð á fleiri bátum, og hann vitjaði eisini supputeltið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátini Vilmund D. Jacobsen gjørdi beinleiðis á Rás2 í tímanum millum klokkan 13 og 14. Vilmund D. Jacobsen er reportari til sendingina "Bátaradio", har sent verður úr Vestmanna.

 

Á hesari ljóðfíluni hoyra vit fleiri styttri prát Vilmund D. Jacobsen gjørdi við fólk umborð á ymiskum bátum. Vit hoyra eisini løtuna tá Vilmund vitjaði tað stóra supputeltið, har fleiri vestmannakvinnur gera klárt at taka ímóti hundraðtals gestum, sum koma at fáa sær suppu.