Vestmanna: Eyðkenni fyri hesa vælumtóktu stevnuna eru, at her hittast sera nógv fólk at hava tað hugnaligt saman í bátum, húsvognum, á motorsúkklum og á ymiskan annan hátt.
Bátastevnan í Vestmanna verður á mangar mátar eins og tann í fjør, men kortini er ein broyting: Umstøðurnar hjá bátum og húsvognum verða nú enn betur enn tær hava verið. M.a. verður gjørt meira pláss til hvønn húsvognin, eins og fleiri bátabrúgvar verða lagdar út.
Bøtt verður haraftrat um umstøðurnar at fáa atgongd til vatn- og elveiting, og saniteru viðurskiftini verða løgd betur til rættis hjá bæði bátum og húsvognum.
Vestmanna Ítróttarfelag vónar, at tiltakið aftur í ár fær góða undirtøku. Ágóðin av tiltakinum fer til liðugtgerð av kappróðrarneystinum.