Inni í bátahylinum vóru einir tveir bátar koppaðir, og fyrrapartin henda dagin royndu menn at fáa teir inn á land, so at teir ikki skuldu gera størri skaða. Løtu seinni fingu teir báðar bátarnar upp á land.
Tað sjáldsama í hesum er, at í grannabygdini Vestmanna var fínasta veður. Hetta hóskaði væl til stóra tiltakið – Bátastevnuna – sum varð hildin har um vikuskiftið.