Bátahugni í Hvalvík í morgin

Sum kvøldið gongur í Hvalvík, verður felagssangur við harmonikuspæli í tjaldinum á bryggjuni.

Í morgin, leygardagin 2. juni, verður bátahugni í Hvalvík.

 

Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað til Hvalvíkar, har Sundalags Bátafelag skipar fyri ymiskum tiltøkum við bátahylin.

 

- Kostnaður fyri at melda til er 300 krónur fyri hvønn bát og kampingvogn, og íroknað gjaldið er máltíð, tá komið verður í land. Bátar fáa atgongd til vatn og el og til ber at keypa olju.

 

Fyriskipararnir hava lagt eina skrá fyri tiltakið, og her verður víst á, at bátarnir byrja at sigla út fyri Selatrað og heim til Hvalvíkar klokkan 13.30.

 

Klokkan 14 fara ÁWAY Service og Dekksølan at bjóða grillaðar pylsur og sunkist, og í tímunum frá klokkan 15-17 verður smyrjibreyð til báta-og kampingfólk í tjaldinum.

 

Ørvaroddar fara eisini at grilla grís og lamb, sum selt verður við bátafelagshúsið, og her verður byrjað at selja klokkan 17.30.

 

Sum kvøldið gongur í Hvalvík, verður eisini felagssangur við harmonikuspæli í tjaldinum klokkan 20.30, og øll eru hjartaliga vælkomin til bátahugnan í Hvalvík.