Bátahøll í Álakeri

Minnist í mínum uppvøkstri, at tá bar til at hiva bátar upp á ovastu hædd á Saltsøluni. Tá var laga manni, at mála bát ella at gera minni ella størri umvælingar av bátinum undir taki. Um kvøldarnar og í vikuskiftinum alt árið, gingu menn og pjøssaðust um bátarnar og felagslívið har á ovastu hæddini var bæði gott og gevandi

Nú liggja menn sum eftir lívinum at finna sær ein skáa á sumri og í vikuskiftinum og ikki minst um á vetrartíð. Nógvir bátar verða tiknir upp og aðrir kundi hugsað sær at fingið umstøður til hetta sama. Veðrið fáa vit onki gjørt við, men umstøðurnar kundu verið betri.

Fyritreytirnar frá mínum uppvøkstri og til nú, eru so nógv broyttar. Frá fyrr at hava lágvaksnar maskin- og róðrarbátar, eru førini blivin bæði størri og vakrari. Bátalívið hevur eftir at bátafelagið í Havn var stovnað, fyri umleið 10 árum síðani, ment seg so ótrúliga nógv og nú verður bátur nýttur til annað enn at fáa sær eitt kók við. Frá fyrr at hava verið ein manslig dygd at hava og fara við báti, er øll familjan tikin við í hetta felagslívið og nógv eru tey sum um sumrarnar sigla runt Føroya land og halda sær á gaman og vitjað kenningar.

Umstøðurnar hjá bátaeigurum er hesi seinastu árini batnaðar nógv, men enn restar í at fáa ein høll, har tað ber til at fara inn við bátinum í styttri tíðarskeið fyri at mála ella umvæla bátin.

Øki í Álakeri hevði verið eitt upplagt øki at sett eina stóra høll á, har serskildur bátadráttur var gjørdur, sum dróg bátin beinleiðis inn í høllina. Kommunan saman við bátafeløgunum í kommuni kundi staðið fyri hvussu hettar ítøkiligt skal skipast og hvussu høllin skal rekast og haldast viðlíka.