Bátafestivalurin í besta stevnuveðri leygardagin

Leygardagin skipaði Bátafelagið á Toftum fyri ársins fyrsta bátafestivali

Tiltakið varð hildið í besta veðri, men soleiðis hevði ikki verið, um tey, sum standa aftanfyri felagið, ikki høvdu gjørt av at útseta tiltakið í eina viku.
Tað er sjáldan, at slík tiltøk verða útsett, men tá dagurin nærkaðist, og veðurútlitini uppundir vikuskiftið, 4. og 5. mai, vóru so vánalig, gjørdi nevndin í Bátafelagnum á Toftum av at útseta tiltakið í eina viku.
Ætlaði leygardagin, 4. mai, royndist vánaligur, serliga fyrraparturin.

Í besta veðri
Nú bátafestivalurin á Toftum varð hildin í besta veðri leygardagin, eydnaðist alt til fulnar.
Talið av bátum, sum stevndu úr Skálafirði klokkan 12.30 og sum hálvan annan tíma seinni stevndu inn í Oyrahavnina, var ivaleyst tað størsta nakrantíð.
Veðrið gjørdist so frálíka gott hendan dagin, og nógv fólk leitaði sær út á Toftir at síggja bátarnar stevna inn í havnina, eins og nógv fólk var at síggja á stevnuøkinum allan seinnapartin leygardagin.
Seint seinnapartin var okkurt æl, sum tó hasaði av aftur, sum dagurin leið, og tá kvøldið kom, var aftur av besta stevnuveðri.

Nógv fólk í dansi
Fleiri tiltøk vóru á stevnuøkinum seinnapartin leygardagin, bæði til børn og vaksin, og her varð eisini sangur og ymiskt annað undirhald.
Tá kvøldið leið, og náttin stundaði til, fór contrykongurin, Hallur Joensen, á pallin í stóra stevnutjaldinum, og her var nógv fólk.
Tey, sum vóru úti hesa náttina, siga, at bæði á stevnuøkinum og inni í tjaldinum var stúgvandi fult av fólki.