Í morgun er fínasta veður á Skálafjørðinum, nú lagt er upp til bátafestival á Toftum. Bátarnir møta í Skálafirði klokkan 12.30, og klokkan 13 verður kósin sett út á Toftum Veðurvánirnar fyri dagin í dag, nú ársins fyrsti festivalur ? bátafestivalurin er á Toftum ? verður hildin í dag, eru munandi betri, enn tær vóru fyrr í vikuni.
Miðskeiðis í vikuni vóru útlit til fitt av vindi við regni í dag, men útlitini í morgun eru sambært DMI (Danmarks Meteorologiske Institut) munandi betri.
Sambært stovninum verður í dag mest turt, og sólin fer at skína av og á.
Tað verður lot til frískt lot av landsynning ella suðri, og hitin fer at liggja millum 8 og 11 stig.
Í kvøld og í nátt verður meira skýggjað og kanska okkurt ælið.
Í nátt verður vindurin frískari, men ættin verður góð á Toftum, landsynningur og eystan, og hitin fer at liggja um 7 stig.
Sunnudagin, tá væntandi er, at flestu bátarnir fara at stevna heimaftur, sigur DMI eisini hampiligt veður, 5-10 m/sek. av landsynningi, onkustaðni upp í 13 m/sek.
Út á sunnudagin verður hann sunnan í ættini við minkandi vindi.
So, veðurvánirnar til bátafestivalin á Toftum eru munandi betri, enn forsøgnirnar søgdu miðskeiðis í vikuni.
Bátarnir møta í Skálafirði klokkan 12.30 í dag, og um 13-tíðina verður kósin sett út á Toftir, hagar bátarnir koma um 15-tíðina.
Longu í gjárkvøldið stevndu fleiri bátar inn á Skálafjørðin, sum ætla sær at verða við í fylginum úr Skálafiðri og út á Toftir til ársins fyrsta festival.
Nógv ymiskt er á skránni, bæði til gamans og álvara, og fleiri av tiltøkunum fara fram í nýggja tjaldinum hjá Bátafelagnum á Toftum.