Bátafestivalar sum osa av hugna

- Nógv og stór tøk skulu takast fyri, at eitt slíkt tiltak skal gerast veruleiki. Vit eru sera fegin um allan tann stuðul, sum tiltakið hevur fingið, bæði frá kommunu og fólki í økinum. Uttan hesa hjálp og stuðul hevði hetta slett ikki borið til. Nú vóna vit øll, at vit fáa ein góðan og væleydnaðan bátafestival leygardagin, sigur Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum í Nes kommunu

Toftir

 

Hetta er fimta árið á rað, at Bátafelagið í Nes kommunu bjóðar til bátafestival.

Tiltakið gjørdist veruleiki, eftir at fólk hin 13. mars fyri fimm árum síðan tóku stig til at stovna eitt bátafelag í kommununi.

Stovningarfundurin varð hildin í eldrasambýlinum Vesturskini á Toftum og flestu teirra, sum vórðu vald í fyrstu nevndina, hava sitið í nevndini síðan.

Felagið er mannað við fimm nevndarlimum, umframt tveimum tiltakslimum, men bæði limir og tiltakslimir virka sum ein eind og møta á fundi.

Formaður øll árini hevur verið og er framvegis Høgni W. Høgnesen og næstformaðurin, Rúni Hansen, hevur eisini verið hin sami øll árini. Høgni Hansen kom í fyrstu nevndina sum kassameistari, og hann røkir framvegis hesa uppgávu.

Øll eru heima, nú ársins fyrsti bátafestivalur verður á Toftum leygardagin uttan næstformaðurin, sum er til skips.

Av teimum, sum vóru við í fyrstu nevndini, men sum ikki eru við meira, eru Tórunn F. Gaardbo og Regin Debes. Í teirra stað eru komin Borgar Hansen og Haldur Gaardbo.

 

Veksandi undirtøka

Upprunaliga skuldi bátafestivalurin á Toftum vera hildin seinasta leygardag, men av tí, at veðurvánirnar ikki vóru nakað serligar, gjørdi nevndin í góðari tíð av at útseta festivalin í eina viku, soleiðis at hann í staðin verður leygardagin komandi.

- Veðurútlitini eru hampilig. Hann sigur minkandi vind og turt. Nú má antin bera ella bresta, tí bátafestivalurin í Vestmanna verður longu leygardagin eftir, sigur Høgni W. Høgnesen, sum annars vónar, at veðurgudarnir fara at skikka sær hampiliga væl leygardagin.

Hann vísir á, at undirtøkan fyri bátafestivalinum á Toftum hevur verið veksandi øll árini síðan byrjan.

- Fyrsta árið vóru einir 30-40 bátar við, og síðan er talið bara vaksið, til tað í fjør vóru einir 70-80 bátar og manningar, sum tóku lut.

Høgni W. Høgnesen sigur seg vóna, at talið av bátum í ár fer at tátta í 100.

- Bátarnir møta í Skálafirði leygardagin klokkan 12.30, og klokkan 13.30 verður kósin sett úteftir Skálafjørðinum og út á Toftir.

Hann vísir á, at skipanin á Toftum verður hon, at eingin bátur fer inn í bátahylin í Oyrunum fyrr enn klokkan 15, tá móttøka verður við harmonikutónleiki, suppu og onkrum øðrum leskandi í matstovuni hjá Faroe Seafood.

Harmonikuleikarar byrja at spæla í Oyrunum,

nakað áðrenn bátarnir stevna inn í hylin.

Høgni vísir á, at summir bátar sigla skjótari enn aðrir, og teinurin úr Skálafirði og út á Toftir er ikki so drúgvur. Tí er vanligt, at summir bátar antin liggja og damla úti á vánni ella sigla sær ein lítlan túr, kanska suður á Garðsenda, meðan bíðað verður eftir teimum, ið eftir eru.

- Tað er umráðandi, at fólk, sum ætla sær at síggja bátarnar stevna inn í havnina, vita, nær tann løtan er, leggur hann aftrat.

 

Hava stórt tjald

Bátafelagið hevur keypt sær eitt stórt tjald, 12 x 30 metrar, sum annað árið á rað verður karmur um ein stóran part av tiltøkunum, sum verða á festivaløkinum.

- Dúkarnir og konstruktiónin tola í prinsippinum 30 m/sek., men í so nógvum vindi er neyðugt, at tað tjaldið verður tjóðrað fast við góðum heftum.

Í ár verður gólv lagt niðuryvir betongið í tjaldinum, so tað verður hugnaligari og bleytari at fara út á dansigólvið.

Høgni vísir á, at veðurvánirnar fyri festivalin leygardagin eru hampiliga góðar, og hann vónar eisini, at veðrið verður uppaftur blíðari, enn hann sigur.

- Enn eru nakrir dagar eftir til leygardagin, og nú hava vit havt ruskut veður í fleiri dagar. Tí kunnu vit bara vóna, at líkindini verða góð, tá leygardagurin kemur, sigur hann.

Á skránni fyri festivalin, sum eisini er prentað í blaðnum í dag, eru eitt nú hoppiborgir og rodeo-tarvur, sum børn og onnur kunnu royna seg á.

Tíðliga leygardagin seinnapart letur ein avmarkað sølumessa upp, og tá verður eisini høvi hjá fólki at keypa sær pylsur í pylsuvogni og breyð og annað at mata sær við í tjaldinum.

Høgni sigur, at umframt at MC-felagið kemur á festivaløkið við nógvum motorsúklum, koma eisini fleiri húsvognar á økið.

- Longu klokkan 16 leygardagin kunnu fólk keypa sær teir vælumtóktu festival-búffarnar við grønmeti og sós, sigur hann.

 

Fyrilestrar og

tónleikaundirhald

Tríggir tónleikarar fara eisini at undirhalda á festivaløkinum leygardagin og leygarkvøldið.

Klokkan 16 fer Sámal Ravnsfjall á pall, klokkan 18 verður tað Hallur Joensen við sínum bólki, og klokkan 21 fer Martin Joensen á pallin.

Umframt hesi tiltøk, sum saman við skránni annars kunnu savna væl av fólki, verða eisini tveir áhugaverdir fyrilestrar í matarhøllini hjá Faroe Seafood.

Hin fyrri, sum byrjar klokkan 18, verður um Fiskamarknað Føroya, og her verður tað stjórin og toftamaðurin, Jens Chr. Olsen, sum fer at kunna um virksemið.

Klokkan 18.30 fer Knud Simonsen at greiða frá sonevndu Húk-skipanini, og hesin fyrilesturin verður eisini í matarhøllini hjá Faroe Seafood.

Høgni W. Høgnesen sigur, at eitt, sum plagar at hava stóran áhuga á festivalinum, er afturvendandi tiltakið við eini skemtitekning, sum ímyndar fólk í økinum.

- Skipað verður soleiðis fyri meksikanskari uppboðssølu av hesi tekning, sum hesaferð er av nøkrum kendum kvinnum í økinum. Sum vanligt er, eru tær í einum báti.

Uppboðssølan byrjar leygardagin klokkan 19.30. Í fjør var Bill Justinussen uppsøluhaldari, og árið fyri var uppsøluhaldarin Torbjørn Jacobsen, báðir núverandi løgtingsmenn.

Enn er ikki greitt, hvør uppboðssøluhaldari verður í ár.

Formaðurin í Bátafelagnum sigur, at fyri hvørt boð, sum verður latið, rindar bjóðarin 50 krónur, og tá tað so líður móti endanum, rinda bjóðarar 100 krónur fyri hvørt boðið.

- Vit hava soleiðis fingið millum 13.000 og 18.000 krónur inn fyri hesa tekning, leggur hann aftrat.

 

Stórdansur í tjaldi

Stóra brakið á bátafestivalinum er stórdansurin, sum verður í tjaldinum og byrjar klokkan 23 leygarkvøldið. Tá fer contrykongurin, Hallur Joensen, við sínum bólki at skipa fyri góðum dansi, sum plagar at verða væl vitjaður.

Høgni W. Høgnesen sigur, at nógv og stór tøk skulu takast fyri, at alt skal koma undir land til eitt slíkt tiltak, og hann er vegna Bátafelagið í Nes kommunu sera fegin um allan tann stuðul, sum tiltakið hevur fingið, bæði frá kommunu og fólkinum í økinum.

- Uttan stóra hjálp og góðan stuðul hevði hetta slett ikki borið til. Nú vóna vit øll, at vit fáa ein góðan og væleydnaðan bátafestival leygardagin, sigur hann.