Bátafelagið fær Undirhús

Í 2011 gjørdi Bátafelagið á Toftum avtalu við Hanus Lómstein um leigu av hølinum, har Posta helt til í kjallarahæddini hjá Pidda á Toftum. Endamálið við leigumálinum er, at hetta skulu vera felagshøli hjá Bátafelagnum.

Hetta eru góð og stór hølir - so mikið rúmlig, at Bátafelagið hevur gjørt av at viðka um sínar aktivitetir við at lata upp eitt “Undirhús”, har eldru borgararnir í kommununi kunnu koma saman til hugnaliga samveru.

Seinastu dagarnar hava fólk frá Bátafelagnum saman við øðrum umbygt og hugnað um hølini, soleiðis at tey í dag fult út kunnu nýtast til hetta endamál.

Í morgin - leygardagin 28. januar klokkan 16-18 - bjóðar Bátafelagið á Toftum til móttøku í hølunum í niðaru hæddini hjá Pidda á Toftum, har Posta áður hevði síni hølir.

Nú verða hesi hølir so karmur um Undirhús hjá fólki í Nes kommunu.