Bátaeigarar stak væl nøgdir

- Arbeiðið við at hækka pierarnar og seta ljós á teir verður eisini sett í verk seinni í ár, siga tey í Kvívíkar kommunu.

 

Bátaeigarar í Kvívíkar kommunu eru stak væl nøgdir við nýggja bátahylin á Válinum, sum eisini hevur roynst væl og verið til stóra nyttu fyri bátaeigarar, síðan hann varð tikin í nýtslu.

 

- Fleiri av bátabrúgvunum er nú skiftar út við longri armar, so brúgvarnar passa betur til bátastøddirnar. Arbeiðið við at hækka pierarnar og seta ljós á teir verður eisini sett í verk seinni í ár.

 

Í Kvívíkar kommunu hava tey leingi ynskt at fáa ein tryggan bátahyl. Kvívík er brimpláss, og tað er ikki so sjáldan, vit hava hoyrt, at bátar – bæði í hylinum og uppi á landi í Kvívík – hava fingið skaða í uppgangi.

 

Tað var tí ein stórur dagur í Kvívíkar kommunu, tá Albin Funn, sum elsti maður á Válinum kundi klippa snórin til nýggja bátahylin, sum soleiðis alment varð tikin í nýtslu.

 

Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Heri Müller, sum í setuni undan hesari var formaður í teknisku nevnd, hevur verið við, síðan byggingin av bátahylinum av álvara byrjaði fyri nøkrum árum síðan.

 

- Tað fyrsta, sum kommunan gjørdi, var at byggja pierarnar og fylla út tað, sum fyllast skuldi. Síðan dýptu vit, og at enda kundu vit leggja brúgvarnar út, soleiðis at pláss nú er fyri 35 bátum, segði Heri Müller.