Bátaeigarar ljós fyri framman

Tað er synd at siga, at bátaeigarar í Tórshavnar Kommunu hava havt nakran góðan í býráðnum hetta valskeiðið

Tað er onki nýtt bátapláss komið í hesum vælskeiðinum, men eitt kann sigast - nógv er tosað -, og hevði bara helvtin av tí verði gjørt, so var ongin bíðilisti til bátapláss.

Í 2004 bleiv undirritaði ringdur upp av fólki, sum hevði gjørt eitt uppskot til smábátahavn í Álakeri. Tað uppskotið varð latið inn til kommununa, men onki hendi. Ikki fyrrenn undirritaði kravdi uppskotið á fund í havnarnevndini bleiv tað tikið í álvara.

Kanningar vóru gjørdar av Álakeri, og úrslitið varð, at pirurin á havnini á Argjum skuldi longjast, áðrenn farast kundi at gera Álaker til bátahavn. Tað sum fyrst skal gerast, er at fáa arbeiðið á Argjum gjørt, og síðani at byrja arbeiði í Álakeri, men skal uppskotið ikki detta á gólvið, er at fáa fólk í býráðið, sum tosar um tykkara áhugamál. Tað vil eg gera, um eg verði valdur.