Bátabrýr noyða fólkatingslimir í Fútarættin

Edmnd Joensen er komin í rasshaft av nøkrum bátabrúm til náttúrlundina við Streymin

Eitt mál um nakrar gamlar aliringar hjá Bakkafrost fekk Jonhard Danielsen, býráðslim í Runavíkar kommunu, at draga Edmund Joensen, fyrrverandi løgmann og fólkatingslim og núverandi løgtingslim, fyri Fútarættin. Edmund Joensen valdi í sín part at innkallað ein annan fyrrverandi fólkatingslim, Tórbjørn Jacobsen, sum vitni í rættinum.

 

Málið snýr seg um nakrar bátabrýr, sum hava ligið í Søldarfirði. Edmund Joensen, sum í hesum føri umboðar Náttúrulundina við Streymin, leitaði eftir nøkrum brúm at nýta í náttúrulundini. Komin fram á hesar, setti hann seg í samband við Runavíkar kommunu, sum varðar av havnalagnum í Søldarfirði, um hann kundi fáa nakrar av bátabrúnum til náttúrulundina.

 

Tórbjørn Jacobsen eftirlíkaði hesum vegna Runavíkar kommunu, so um ársskiftið flutti Edmund Joensen sjey brýr úr Søldarfirði inn á Oyri.

 

Men; eitt áhugafelag í Runavík, Kongshavnar Frítíðarsiglarar metir seg eiga bátabrýrnar. Felagið sigur, at brýrnar eru ein gáva frá Bakkafrost, og at brýrnar hava ligið á økinum hjá Teymavirkinum í Søldarfirði.

 

Felagið hevur tí drigið Edmund Joensen í Fútarættin fyri at fáa hann at geva teimum brýrnar aftur. Edmund Joensen hevur tó verið í samband við Runavíkar kommunu, sum tvíheldur um, at hon eigur brýrnar, og at hann ikki skal lata tær frá sær.

 

Aðalspurningurin í málinum er tí, hvør eigur brýrnar. Kongshavnar Frítíðarsiglarar hevur fingið eina váttan frá Bakkafrosti, at teir hava fingið brýrnar frá teimum. Runavíkar kommuna vil vera við, at talan er um órudd, sum hevur sløðst á kommunalum øki í fleiri ár, og sum hon tí hevur rætt at beina burtur.

 

Edmund Joensen hevur á síni síðu fingið Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, at greiða frá, hví Runavíkar kommuna hevur latið Náttúrlundini við Streymin bátabrýrnar.

 

Dómarin kom at enda til ta niðurstøðu, at hon ikki kundi, út frá rættarfundinum í dag, staðfesta, hvør eigur brýrnar, og tí kundi hon ikki eftirlíka kravinum frá Kongshavnar Frítíðarsiglarum, at brýrnar skuldu koyrast aftur til Søldarfjarðar. Hon mælti tí felagnum at royna málið í Føroya Rætti sum borgarligt mál, fyri at fáa staðfest, hvør hevur ognarrættin.