Bátabrúgv og ferjulega í Nólsoy

Á býráðsfundi í gjárkvøldið var endaliga samtykt at byggja havnina í Nólsoy út við bátabrúgv, ferjulegu og farstøð. Kostnaðurin verður um 9,2 milliónir krónur.

Líka síðani tað gjørdist greitt, at Strandferðslan ætlaði at skifta Rituna út við Ternuna á Nólsoyarleiðini, hevur verið arbeitt við ætlanum um, hvussu Tórshavnar havn kundi taka ímóti nýggju avbjóðingini við einari bilferju til Nólsoyar.
Tað var beinanvegin greitt, at ferjulega mátti byggjast, tí tað fór at verða ógjørligt at leggja at í vána veðri uttan ferjulegu.
Síðani var at finna fram til, hvar besta staðið at leggja ferjulegu til bíligasta penga var. Og har eru nógvar ymiskar meiningar. Tey flestu vildu havt ferjuleguna at verið við molan, har Ritan plagdi at leggja at, onnur hildu, at frægast var at leggja hana norðanvert keikantin undir Klivum, meðan onkur metti besta plássið verða í krókinum við sunnara kant av Klivakeiini.
Á býráðsfundi í gjárkvøldið var so endaliga samtykt, at ferjulegan skal leggjast í krókinum við sunnara enda av Klivakeiini.
Ført hevur verið fram av staðkendum monnum, at tað runar ógvuliga illa júst har, men Jákup Símun Simonsen, formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar kommunu sigur, at opið verður inn undir ferjuleguna, og sambært kanningum, skal tað taka tað mesta av súðinum.
- Kanningar hava víst, at hetta er besta staðið at leggja ferjuleguna, tá hugsað verður um nyttu og kostnað, sigur Jákup Símun Simonsen.

Nýggja bátabrúgv
Um hinar báðar møguleikarnar sigur formaðurin í Havnanevndini, at teir eru kannaðir, men at teir fóru at gerast sera kostnaðarmiklir.
- Tað hevur verið upp á tal, at leggja ferjuleguna við norðara enda á Klivakeiini, men har vóru so nógvar óvissur, serliga tá hugsað verður um sandin á Malarenda. Vit vita heldur ikki, hvussu djúpt tað er har. Eisini máttu kanningar verið gjørdar um, hvørja ávirkan ein ferjulega har hevði havt á sandin á Malarenda, og so mátti verið lagt upp fyri tað, sigur Jákup Símun Simonsen.
Um triðja og fyri nólsoyingar best umtókta møguleika, nevniliga at leggja ferjuleguna í molakrókinum við norðaru kei sigur Jákup Símun Simonsen, at dýpingin heví verið so umfatandi og kostnaðarmikil, at tað ikki kann loysa seg.
- Eisini er ivasamt, um plássið hevði verið nóg stórt hjá Ternuni at manøvrera í innan fyri molan, sigur Jákup Símun Simonsen.
Men eitt er at leggja ferjuleguna úti á Klivum. Nakað annað er at útvega teimum bátum, sum verða riknir burtur, annað pláss. Og tann trupulleikin verður loystur við einari bátabrúgv.
- Tað verður ein spildurnýggj bátabrúgv løgd vinkulrætt út frá molanum, einar 45 metrar inn frá molendanum. Talan verður um eina 30 metur langa og 2,40 metur breiða bátabrúgv, sum fer at geva pláss fyri gott 20 bátum, sigur Jákup Símun Simonsen.

Eisini farstøð
Í sambandi við bátabrúnna verða sjálvandi eisini landir armar út, og tað verða teir nýggju armarnir, sum nólsoyingar fáa. Hesir eru breiðari og betri at ganga á, og so flóta teir munandi betri enn teir gonlu so ein maður lættliga kann standa úti á endanum.
Jákup Símun Simonsen sigur, at arbeiðið nú verður bjóða út millum tær byggifyritøkur, sum fáast við at byggja havnir, og so verður støða tikin til innkomin tilboð í september.
- Hetta merkir so aftur, at byrjast kann upp á arbeiðið í oktober. Byggitíðin verður mett til fimm mánaðir, men av tí at tað verður á vetrartíð, hava vit valt at sagt, at byggitíðin verður millum fimm og sjey mánaðir, sigur Jákup Símun Simonsen.
Kostnaðarmetingin fyri ferjuleguna liggur á 8,5 milliónum krónum. Bátabrúgvin er tengd at hinum arbeiðinum, men er kortini ein partur fyri seg.
- Tað verður Tórshavnar Havn, sum tekur sær av at leggja bátabrúnna út, men hon er partur av samlaða arbeiðinum. Kostnaðurin fyri bátabrúnna er 550.000 krónur og roknast kann við, at hon verður løgd út nakað áðrenn ferjulegan verður liðug, sigur Jákup Símun Simonsen.
Í sambandi við ferjuleguna verður eisini ein farstøð bygd, men hetta verður kortini ikki nøkur dýr íløga.
- Talan verður um eitt bíðirúm til ferðafólk og so eitt lítið goymslurúm eisini. Tað verður Tórshavnar Havn, ið fer at byggja farstøðina, sum Strandferðslan síðani fer at leiga, sigur Jákup Símun Simonsen.
Út frá tíðarætlanini verður alt arbeiðið liðugt einaferð í apríl/mai mánað næsta ár.