Seinastu dagarnar hevur rokan verið í fjøruni í Froðba, har toymið handan verkætlanina Neysting hevur arbeitt við at hongt fyrsta bólið í Neysting-verkætlanini upp. Nú er Bátabólið komið upp, og Neysting bjóðar til alment hátíðarhald Niðri á Møl í Froðba í morgin 28. August klokkan 16-18.
- Møguleiki verður at síggja og at fara inn í Bátabólið og kenna upplivingina av tí sveimandi bólinum, ljóðar frá Neysting toyminum.
Neysting er ein autentiskur nýggjur máti at yvirnátta í føroysku náttúruni, sum Elin Maria Nolsøe Joensen fann uppá í sambandi við hennara endaligu roynd á Arkitektskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur sniðgivið eitt ból at seta upp í neystum, og hetta skal vera við til av varðveita neystini sum føroyskan mentanararv.
- Tað snýr seg í veruleikanum um heildarupplivingina av at vera úti og inni samstundis. At hoyra skvatlið í fjøruni, fuglarnir syngja og vindin suða og at kunna vakna um morgunin við sýni beinleiðis út yvir havið og fjøruna, fortelur Elin Maria Nolsøe Joensen í Vikuskiftis Sosialinum fyri tveimum vikum síðani.
Bátabólið í Froðba er tað fyrsta av sínum slag í Neysting verkætlanini, og ætlanin er at seta enn fleiri upp runt allar Føroyar.
- Visiónin er at heingja ból upp í neyst kring allar Føroyar og skapa samstarv við aktørar, ið arbeiða við uttandura aktivitetum í ferðavinnuni, soleiðis at vit verða veitarin av yvirnáttningini. Hareftir ætla vit at kanna, um tað ber til at fara uttanlands, sigur Elin Maria Nolsøe Olsen.










