Einaferð í næstum verður tunnilin til Sandvíkar nútímansgjørdur.
Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Sirið Stenberg, tingkvinna, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir, samgongan hevur við Sandvíkartunlinum.
Kári P. Højgaard sigur, at ætlanin er at dagføra allar tunlar í landinum við trygdarútbúnaði. Sandvíkartunnilin er ein av smærru tunlunum og ætlanin er at leggja fartelefonsamband, rýmingarljós og eldsløkkjarar inn í smærru tunlarnar og somuleiðis verður merkingin dagførd.
Men nær farið verður undir Sandvíkartunnilin, er óvist.
Landsstýrismaðurin sigur, at tunlarnir verða gjørdir eftir, hvussu nógv ferðsla er ígjøgnum teir og, hvørjum standi teir annars eru í.
Annars staðfestir hann eisini, at sum ferðslan er nú, er ikki neyðugt við nýggjum tunli til Sandvíkar.
Men annars tekur ein nýggjur tunnil til Sandvíkar støði í einum møuligum framtíðar Suðuroyartunli, ið kemur upp í Sandvík.
Út frá hesum fortreytum verður nýggjur Sandvíkartunnil raðfestur 2023 til 2026, sigur Kári P. Højgaard.
Myndina av tí ovasta av kirkjutorninum við tveimum fuglum og við Sandvíkartunlinum í baksýni, hevur Eileen Sandá tikið










