Bøta um trygdina á Stord

Vanlukkan við flogfarinum hjá Atlantsflogi í oktober í fjør hevur fingið norsku loftferðslumyndugleikarnar at krevja fleiri ábøtur á flogvøllinum á Stord. Um nakrar dagar fer fylkistingið í Hordalandi at taka støðu til eina umsókn um pengar til at bøta um trygdina á flogvøllinum á Stord.

Eftir vanlukkuna við flogfarinum hjá Atlantsflogi í oktober hava myndugleikarnir sett flogvøllinum fleiri krøv fyri at bøta um trygdina. Millum annað skulu endaljós setast upp á báðum endunum á lendingarbreytini, so vøllurin fær eitt 180 metrar langt trygdarøki í hvørjum enda.

Harafturat skal vøllurin hava millum annað ein bjargingarbát og nýggja sløkkiútgerð.