Bøta um ferðslutrygdina við Hoyvíkar skúla

Tórshavnar býráð samtykti á seinasta býráðsfundi at bøta um ferðslutrygdina við Hoyvíkar skúla Ferðslan við Hoyvíkar skúla skal gerast tryggari. Tað samtykti Tórshavnar býráð á býráðsfundi í seinastu viku.´

Sambært heimasíðu býráðsins, verður ikki mett, at verandi skipan við, at bilar koyra inn og út gjøgnum somu innkoyring við smábarnaskúlan við Vegin Langa, er nóg trygg. Tí er samtykt at brúka fýra milliónir krónur til umlegging av ferðsluni til og frá Hoyvíkar skúla.

Heldur enn, at allir bilarnir koma trokandi inn á parkeringsplássið millum skúlan og ítróttarhøllina, seta børn av, venda og fara út aftur sama veg, alt meðan børnini skunda sær í skúla í øllum hesum meldrinum, er gjørt av, at innkoyring skal vera norðan fyri ítróttarhøllina, og útkoyringin skal vera har, hon er í dag. Parkeringsøkið skal víðkast, og ein gøta gerast millum parkeringsøkið og skúlan.

Við hesi umleggingini fara bilarnir at standa í einum beinum rað, meðan børnini verða sett av. Óneyðugt verður tá at venda ella bakka á parkeringsplássinum, og allir bilarnir koyra sama veg.

Eftir ætlan skal arbeiðið vera liðugt, tá skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina.