Nú skal bøtast um vegin úti í Marknagili, har skúladepilin, Glasir, er bygdur. Síðani Glasir læt upp, er ferðslan munandi økt har um vegir, og tað verður verri enn, tí har eru bæði nýggjur musikkskúli, og nýggjur skúli á Fløtum, eisini í gerð. Samstundis verður arbeitt við at útvega byggilendi til fleiri bústaðir har um vegir.
Sostatt fer ferðslan at økjast munandi og í tí sambandi er ein heildarætlan gjørd fyri alt økið. Og nú hevur býráðið samtykt at seta ein part av henni settur í verk. Í hesum sambandi er ætlanin at skipa tveir vegir vegir til og frá Glasi við hvør sínum ferðsluljósi. Samstundis skal Marknagilsvegurin broytast, eitt nú skulu oyggjarnar mitt á vegnum, takast burtur.
Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá býráðnum, sigur, at hetta fer at kosta 13 milliónir krónur, men hann heldur, at tá ið tað er gjørt, verður ferðslan til og frá Glasi, væl skipað.
Men tað eru ikki allir býráðslimirnir samdir í. Tróndur Sigurðsson sær svart upp á at brúka 13 milliónir upp á tvey ferðsluljós setast upp við Glasir, tí vegurin er ov smalur, og ferðsluljós krevja breiðan veg við fleiri breytum, og tað er ikki í Marknagili. Bæði hann, og Heðin Mortensen, halda eisini, at tað er eisini so stutt ímillum ferðsluljósini, at tey fara at forða fyri ferðsluni, heldur enn at fáa hana at glíða.
Les eisini her: Seks ljóskurvar í Marknagili. Her sæst eisini eitt video um, hvussu ætlanin er at skipa ferðsluna í Marknagili
Tí stúra teir fyri, at er tað ruðuleiki har um vegir nú, verður tað hvaðna verri, tá ið ferðsluljósini eru sett upp, og tí vilja teir heldur hava býráðið at gera eina heildarætlan, har vegurin í hvussu so er, verður breiðkaður.
Jákup Dam sigur, at donsku serfrøðingarnir hjá Rambøll hava kannað ferðsluna og eru komnir eftir, at hetta er ein góð loysn. Tilsamans skulu seks ferðsluljós setast upp og hetta eru tvey tey fyrstu.
Annars helt Bergun Kass, at tað var nakað seint at hugsa um ferðsluna, tá ið skúlarnir eru bygdir. Hon heldur, at av røttum átti tað at verið ein partur av upprunaligu skúlabyggingunum at ein ætlan varð løgd fyri, hvussu ferðslutrupulleikin skal loysast.